Tað fyrsta fría forsetavalið í Egyptalandi endaði í gjárkvøldið, og nú verða atkvøðuseðlarnir kannaðir. Tíðindastovurnar hava javnan sagt frá, at nógv fólk vóru á vali, men formaðurin í valnevndini, Fareq Sultan, metti í gjárkvøldið, at valluttøkan mundi liggja um 50 prosent.
Úrslitið verður almannakunngjørt tann 29. mai.
Veljararnir høvdu 12 valevni at velja ímillum, og fær eingin teirra meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, verður eitt valumfar afturat tann 16. og 17. juni ímillum teir báðar, sum hava fingið flestar atkvøður.
Sambært tíðindastovunum var friðarligt teir báðar valdagarnar. Myndugleikarnir høvdu sent 300.000 løgreglumenn og hermenn at forða fyri ófriði.