Televarpið vísir U21 EM-undankappingardystin Andorra-Føroyar

Dysturin í Andorra La Vella byrjar klokkan 19 í kvøld

Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst í Andorra La Vella móti helst besta árganginum hjá Andorra nakrantíð, núverandi U21-landsliðnum hjá Andorra. 

 

Andorra megnaði javnleik 2-2 (1-1) móti Føroyum við Djúpumýru í Klaksvík 16. juni í ár. Haraftrat hevur Andorra megnað tveir javnleikir móti Hvítarusslandi, og 12. september taptu teir tepurt 0-1 fyri Grikkalandi á heimavølli.

 

Tí verður tað ein torfør uppgáva hjá føroyska U21-landsliðnum at knógva Andorra í annaðkvøld klokkan 19. 

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á Andorra og Føroyar eru næstan jøvn. 

 

Televarpið vísir dystin beinleiðis á Rás1. Frásøgumaður verður Tróndur Arge.