Champions League kappingin í fótbólti koyrir sum kunnugt við fullari ferð.
Viasat-samtakið, sum ígjøgnum fleiri ár hevur havt rættindini til at senda frá kappingini, sendir afutr í vetur hópin av dystum. Sum nakað nýtt, so verða dystirnir eisini vístir á ViasatSport1 og -2, og tá hetta er á skránni, verða signalini frá sendistøðunum broytt, soleiðis at ViasatSport 2 eisini kann síggjast hjá teimum, sum kunnu taka ímóti rásunum hjá Televarpinum. Tað verður á rásini, sum annars sendir Rás1.
Dystirnir, sum verða á skíggjanum hesa vikuna eru týskvøldið: Real Madrid-Dynamo Kiev (3+), Bayer Leverkusen-AS Roma (ViasatSport 1), Fenerbache-Lyon (ViasatSport 2), Sparta Prag-Manchester United (ViasatSport 2). Mikukvøldið eru dystirnir AC Milan-Barcelona (3+), Valencia-Inter (ViasatSport 1) og Chelsea-CSKA Moskva (ViasatSport 2).