Allir írestandi dystirnir í HM í fótbólti verða nú vístir í Televarpinum. Dystirnir verða vístir á rásunum DR1, TV2 og Rás 1. Televarpið harmast samstundis um lýsing undan HM, sum gav eina misvísandi mynd av útboðnum.
Undan HM kappingini lýsti Televarpið í Dimmalætting og Sosialinum við, at allir dystirnir í HM í fótbólti í Suðurafrika vera vístir á rásum í Televarpinum. Tíverri kundi Televarpið ikki liva upp til hetta lyftið, tí um vikuskiftið vóru dystirnir Argentina-Nigeria og Týskland-Australia ikki at síggja. Orsøkin er eitt mistak, sum Televarpið harmast almikið um.
Televarpið sendir dystirnar, sum DR1 og TV2 senda á sínum rásum, men hesar rásir senda ikki allar dystirnar. Televarpið var undan HM í samráðingum við Kanal 9 um loyvi at senda írestandi dystirnar, men hesar samráðingarnar rukku ikki á mál. Kostnaðurin gjørdist ov stórur og hevði havt við sær, at neyðugt hevði verið at hækkað gjaldið, og tað vildi Televarpið ikki.
- Tíverri varð gjørt ov skjótt av, soleiðis at ein lýsing varð send út, sum lovaði allar dystirnar, áðrenn nøkur avtala var komin upp á pláss. Tað eigur ikki at henda, og tað bera vit um umbering fyri, sigur Edvard í Skorini Joensen, virkandi stjóri í Televarpinum.
- Viðskiftafólkini hjá Televarpinum kunnu nú kortini fegnast um, at restin av HM kappingini verður at síggja á rásunum hjá Televarpinum. Televarpið samsendir við RUV í Íslandi, sum hevur við sær, at 10 dystir verða vístir beinleiðis á Rás 1 frá í kvøld, sigur hann.
Televarpið kann sostatt bjóða allar HM dystirnar úr Suðurafrika á rásunum DR1, TV2 og Rás1. Av teimum 52 dystunum, ið eru eftir at spæla, resta fimm innleiðandi dystir í, sum kortini verða vístir











