Televarpið sendir 80 ára dagin hjá Vígdis

Rás 1 hjá Televarpinum samsendir við íslendska Kringvarpið, RÚV frá hátíðarhaldinum í samband við 80 ára føðingardagin hjá Vígdis Finnbogadóttir.

Vígdis Finnbogadóttir fyllir 80 ár í dag, og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum hátíðarhaldi í Íslandi, sum verður sent beinleiðis á RÚV. Rás 1 hjá Televarpinum fer at samsenda í dag frá umleiði klokkan 17.30 til 19.00. Sendingin eitur »Þú siglir alltaf til sama lands.« Nógv áhugaverd innsløg verða, bæði tónleikarliga og listarliga.

Harumframt skal føroyska sendikvinnan í Reykjavík, Gunnvør Balle, vegna Føroyar og fimm føroyskar fyritøkur handa Vígdisi eina peningagávu. Gávan skal nýtast til at byggja nýggja »Vígdis Finnbogadóttir stovnin.«