Televarpið røkkur nú 95 prosentum av Føroya fólki

Sendinetið hjá Televarpinum fevnir nú eisini um meginpartin av Sandoynni og Suðuroynn, tvs. at 95 prosent av Føroya fólki eftir fáum árum fingið møguleikan at síggja Televarp Sendinetið hjá Televarpinum er útbygt til eisini at fevna um meginpartin Sandoynni og Suðuroynni, og sostatt røkkur Televarpið nú 95 prosentum av Føroya fólki.

Frammanundan høvdu 84 prosent av føroyingum møguleikan at hyggja at Televarpinum, men 10 nýggju sendarar eru settir upp í ár, og teir hava víðkað sendinetið til at røkka 95 prosentum. Teir 10 sendararnir senda til Stykkið, Leynar, Lamba, Velbastaðar, Kirkjubøar umframt meginpartin av Sandoynni og Suðuroynni. Í Suðuroynni verða Sumba, Sandvík, Fámjin og Lopra uttanfyri í fyrstu atløgu, og í Sandoynni verða tað helvtin av Húsavík, Dalur og Søltuvík, sum ikki fáa signalið frá Televarpinum í fyrsta umfari.

Tilsamans 32 sendarar eru kring landið, og Televarpið fer í næstum at kanna, hvussu sendinetið á skilabesta hátt verður útbygt víðari fyri at røkka teimum írestandi fimm prosentunum av Føroya fólki.

Televarpið fyllir fimm ár 5. desember, og hetta tíðarskeiðið hevur tað eydnast at útbyggja sendinetið til at røkka meginpartinum av føroyingum. Í hesum sambandi fer Televarpið at lýsa við sertilboðum í næstu viku.

Fimm fólk starvast hjá Televarpinum