Televarpið leggur í hesum árinum alt sítt sendinet um til MPEG-4. Neyðugt er tí hjá nøkrum brúkarum at skifta gomlu útgerðina út. Hetta verður gjørt fyri at fáa pláss fyri fleiri rásum, myndagóðskan verður betri, og møguleiki fæst at senda HD.
Síðan Televarpið fór at senda talgilt sjónvarpssignal út í føroysku stovurnar, hevur sonevnd MPEG-2 tøkni verið brúkt. Hetta var tann tøknin, sum var til taks, og hon hevur nøktað tørvin higartil.
Menningin á sjónvarpsøkinum ger tó, at nú verður neyðugt at leggja um til MPEG-4. Orsøkin til, at hendan avgerðin er tikin, kemst millum annað av, at tað verður gjørligt at økja talið av sjónvarpsrásum, sum verða sendar umvegis Televarpið.
Hevur tú eina av teimum gomlu boksunum, sum bara móttaka MPEG-2, er tískil neyðugt at skifta hana út við ein MPEG-4 móttakara.
Hevur tú longu eina televarpsboks, ið hevur MPEG-4, fert tú einki at merkja til umleggingina, annað enn at dygdin á myndini verður betri. Við tíðini gevur hetta eisini møguleika fyri at senda fleiri rásir á Televarpinum, eins og møguleiki verður fyri at senda í HD. Hevur títt sjónvarp innbygdan MPEG-4 móttakara, er heldur ikki neyðugt at ogna tær eina MPEG-4 boks.
Tilgongdin at leggja um til MPEG-4 byrjaði í 2012 og heldur nú áfram. Konverteringin verður gjøgnumførd í hesum árinum í trimum umførum.
Fyrsta umfarið verður í mars mánaði, har tríggjar rásir verða konverteraðar, og ein kemur aftrat úrvalinum. Seinna umfarið verður í mai mánaði, og síðsta umfarið verður í august mánaði, har restin av rásunum verða lagdar um til MPEG-4.
Ivast tú í, um tín móttakari klárar MPEG-4 í dag, kanst tú fara á rásina Visjon Norge, sum longu er konverterað til MPEG-4. Sært tú hana ikki, mást tú skifta.