Televarpið hevur gjørt avtalu við íslendska Ríkisútvarpið, RÚV, um at senda sjónvarpstíðindasendingina Fréttir og kvøldsendingina Kastljós gerandisdagar kl. 19.00 til umleið kl. 20.15 á Rás 1.
Fyrsta tíðindasendingin verður send mánakvøldið 30. mars k. 19.00.
Harafturat sendir Televarpið beinleiðis frá íslendska valkvøldinum, sum verður flaggdagin 25. apríl. Hetta er gyltur møguleiki hjá føroyingum og íslendingum í Føroyum at fylgja við politisku støðuni beinleiðis heima í stovuni.
Laila Hentze, stjóri í Televarpinum, fegnast um avtaluna við RÚV.
- Vit hava leingi ynskt at senda íslendskt tilfar á Televarpinum afturat teimum norðurlendsku public service-rásunum, vit longu senda. Nú tað fyri kortum gjørdist tekniskt møguligt at heinta signal frá RÚV niður í Føroyum, er tað ein stór gleði at kunna bjóða haldarum okkara íslendsk tíðindi og annað aktuelt íslendskt tilfar, sigur Laila Hentze.
Televarpið hevur fleiri norðurlendskar public service-rásir í ráspakkunum. Umframt føroyska SvF er danska DR 1 og DR 2, norska NRK og nú eisini íslendska RÚV.
Nógvir íslendingar búgva í Føroyum, og fleiri hava longu heilsa hesari tænastu vælkomnari. Hetta er samstundis eisini ein nýggjur møguleiki hjá føroyingum at fáa betri innlit í íslendsk samfelagsviðurskifti og ? ikki minst ? at gera seg meira kunnugan við íslendskt mál.
Avtalan við RÚV er fyribils galdandi til 31. mars 2010, tí óvist er, um RÚV eftir tað fer at veita signal til lond og skip í Norðurhøvum.