Televarpið breyt marknaðarføringslógina

Tað var brot á marknaðarføringslógina, tá Televarpið lýsti at tað fór at sýna allar HM dystirnar á sínum rásum, uttan at hava fingið rættindini endaliga upp á pláss áðrenn. Tað staðfestir Brúkaraumboðið.

Tann 15. juni fær Brúkaraumboðið eina kæru um, at ein lýsing hjá Televarpinum um at allir HM dystir síggjast á rásum teirra er villeiðandi.

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar, og fer at kanna um lýsingin er í stríð við grein 3 um villleiðandi umrøðu í marknaðarføringslógini.

Teksturin í lýsingini er skeivur, tí at Televarpið ikki sýndi tveir HM dystir.

Fráboðanin í lýsingini hevur haft ávirkan á eftirspurningin á tænastuni hjá Televarpinum, við tað at viðskifta fólk hava vent sær til Televarpið við ynski um at keypa sær atgongd til tænastuna.

Niðurstøðan í málinum er tí, at lýsingin hjá Televarpinum er í stríð við grein 3, stk.. 1 í marknaðarføringslógini, tí hon inniheldur skeivar upplýsningar um eina tænastu, og hesir hava haft ávirkan á eftirspurningin eftir tænastuni.

Televarpið hevur tikið fult undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum, og harmast um at Televarpið ikki megnaði at liva upp til innihaldi í lýsingini.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið.