Í gjár varð kunngjørt, at Kall og Elektron fara at geva føroyingum eina betri breiðbandstænastu. Ein annar, sum er við í kappingini, um at veita føroyingum betri breiðband er fyritøkan TeleTech í Havn. Teir hava nú økt um sítt virksemi, við at yvirtaka breiðbandspartin hjá Atlantic Online, sum heldur til í Fuglafirði. Herfyri skrivaðu Birgir Waag Høgnesen frá TeleTech í Havn og Robert Giem frá Atlantic Online undir keypspappírini.(
Áhugavert økið(Hóast TeleTech júst nú ikki hevði ítøkiligar ætlanir um at víðka um virksemið, til at umfata Fuglafjørð eisini, so dylir Birgir ikki fyri, at júst hetta tilboðið var ov gott at siga nei til. Birgir ásannar, at kappingin millum breiðbandsútbjóðarnar er hørð, og at tað ræður um at vera við har tað hendir.
- Eysturoyðarøkið er við at verða eitt av teimum virknastu í landinum, og Fuglafjørður er avgjørt eitt økið, vit halda vera sera spennandi, sigur hann og vísir til nýggja undirsjóvartunnilin, sum helst fer at skunda undir virksemið í Eysturoynni.
- Skalt tú reka eina breiðbandsfyritøku, er tað undir øllum umstøðum altíð ein fyrimunur at útbyggja netið so nógv sum gjørligt. Tað gera vit altsamt og keypið av Atlantic Online er partur av tí, sigur Birgir Waag Høgnesen í TeleTech, sum nú kann bjóða skjótt breiðband í Klaksvík, Leirvík, Fuglafirði, Gøtu, Tórshavn, Nólsoy, Leynum, Stykkið, Kvívík, Heysti, Koltrim, Vestmanna og á Skálafjørðinum.
Góðar vónir:(Hóast fleiri breiðbandsfyritøkur bjóða Internet fram, so væntar Birgir ikki, at tað verður nøkur hóttan. Tí sum hann sigur, so hava vit ta tænastuna framum hinar, at vit hava tríggjar-fýra daga leveringstíð og ikki 9 til 14 vikur.(Hóast Atlantic Online bert hevði fá ár á baki, og fyrrverandi eigararnir valdi at selja breiðbandspartin, hevur Birgir góðar vónir um, at keypið fer at bera ávøkst.