Í november eru 110 ár liðin, síðani Føroya Tele á fyrsta sinni fór at bjóða Føroya fólki fjarskiftistænastur.
Tað var Ólavur á Heygum bóndi í Vestmanna, sum í 1905 fekk rætt til at seta telefonsamabnd á stovn millum Vestmanna og Havn. Hetta linjusambandið varð tikið í nýtslu tann 6. desember í 1905 og lagt inn á Heygum í Vestmanna og í Geil í Havn.
Árið eftir, í 1906, var telegrafsamband millum Føroyar og útheimin sett á stovn, tá fyrsti samskiftiskaðalin kom á land í Føroyum. Tað var ein telegrafkaðal, sum felagið “Det Store Nordiske Telegraf-Selskab” legði millum Hetland og Føroyar og víðari millum Føroyar og Ísland. Kaðalskipið “CS Cambria” legði tann 25. juli 1906 kaðalin til Sandagerð í Tórshavn og legði síðani kaðalin víðari til Seyðisfjørð í Íslandi. Hetta var tá eisini fyrsta samskiftissamband, sum Ísland fekk við umheimin. Telegrafsambandið varð tikið alment í nýtslu tann 1. august 1906.
Søgan um telesamskftið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER










