Tvær av størstu telefyritøkunum í Norðanlondum, svenska Ericsson og norska Telenor, hava sáttmálar við stálverk í Bangladesh, ið brúka børn sum arbeiðsmegi Tað er ein SV-dokumentarur, »Et tårn af løfter«, sum journalisturin Tom Heinemann hevur gjørt, og sum verður vístur á svenska tjóðarsjónvarpinum STV, ið avdúkar hetta.
Tær báðar telefyritøkurnar keypa 40-75 metrar høgar mastrar á stálverkunum í Bangladesh, har tær gjøgnum 12 ár hava útbygt fartelefonnetið.
Men sáttmálarnir við tey fýra stálverkini lúka ikki krøvini hjá ST um samfelagsligu ábyrgdina hjá fyritøkunum, »UN Global Compact«, sum Ericsson og Telenor hava skrivað undir uppá.
Longu áðrenn »Et tårn af løfter« verður vístur á STV í kvøld, hava bæði Telenor og Ericsson viðgingið, at viðurskiftini ðí Bangladesh kunnu ikki góðtakast, og tey lova at fáa viðurskiftini í rættlag.
Telenor er longu farið í holt við at herja eftirlitið við øllum veitarum. Ericsson hevur kvett sambandið við trý av teimum fýra stálverkunum, skrivar DR á heimasíðu síni.