Telefonverkið ikki nýtt rættar livitíðir

Í sambandi við viðgerðina av roknskapinum hjá Telefonverkinum, hava løgtingsgrannskoðararnir sent landsstýrinum ymsar fyrispurningar, men landsstýrismaðurin svarar ikki og hetta átala grannskoðararnir hjá løgtinginum

Ímillum tey mongu uppskotini, sum løgd eru fyri tingið at samtykkja, er eisini uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum viðvíkjandi roknskapinum hjá Telefonverkinum fyri árini 1993 til 1996.

Roknskapargrannskoðanin hjá løgtinginum hevur seinastu árini gjøgnumgingið týðandi mannagongdir á roknskapar-økinum og mælt til broytingar og ábøtur, sum síðan eru framdar, men eisini hevur verið gjørt vart við í fleiri ár, at ongar reglur eru ásettar fyri fíggjardeild telefonverksins. Eisini er víst á, at landsstýrið ikki enn hevur skipað tekniska nevnd, sum skal ráðgeva landsstýrinum viðvíkjandi útbyggingarætlanum, siga landsgrannskoðararnir í viðmerkingunum til uppskotið.


Partabrøv

Upplýst verður, at telefonverkið keypti í 1990 partabrøvini í felagnum, sum átti bygningin, sum Telefonverkið heldur til í á Hálsi, fyri 5 mió. kr. Í 1992 vórðu partabrøvini niðurskrivað við uml. 3 mió. kr. til uml. 2 mió. kr., sum svaraði til eginognina í felagnum tá. Í 1994 vórðu partabrøvini niðurskrivað til 0.

Og grannskoðanin vísir eisini á, at sambært ársroknskapinum hjá felagnum fyri 1994 er eginognin negativ við uml. 2 mió. kr. Orsøkin er, at bygningurin í roknskapinum hjá felagnum er niðurskrivaður við uml. 4,3 mió. kr. til 13 mió. kr.

? Upplýst verður eisini, at telefonverkið í 1994 harumframt hevur avskrivað uml. 2,5 mió. kr. íalt viðvíkjandi áogn hjá felagnum.

? Arbeitt hevur verið í fleiri ár við ætlanum um at avtaka felagið og lata telefonverkið yvirtaka bygningin. Ætlanin var at fáa hetta við í ársroknskapin fyri 1996, men leiðslan avgjørdi at útseta málið til 1997, siga landsgrannskoðararnir.


100 mió. kr.

Víðari siga teir, at sambært ársroknskapinum hevur telefonverkið í nógv ár upplýst, at íløgur verða avskrivaðar »liniert yvir ta fíggjarligu livitíðina«, men í 1994 varð materiella støðisognin niðurskrivað við uml. 100 mió. kr.

? Henda niðurskriving er ikki víst í rakstrarroknskapinum, men er førd beinleiðis yvir eginognina. Løgtingsgrannskoðararnir hava í hesum sambandi heft seg við, at telefonverkið í mong ár ikki hevur nýtt rættar livitíðir, verður sagt.