Telefonstormur móti Heina

Heini í Skorini var ikki keisarans vinur eftir kjaksendingina um flóttafólk týskvøldið.

Eg var valla komin út í bilin í Sortudíki eftir sjónvarpskjakið týskvøldið, tá telefonin byrjaði at ringja.

 

Soleiðis byrjar Heini í Skorini eitt lesarabræv á in.fo og í Sosialinum í dag. Í horninum vóru:

Ræddir og sintir føroyingar, sum ikki vilja hoyra talan um, at okkara lítla og sárbæra land skal taka ímóti einum einasta flótta, nú vit eru vitni til størstu flóttafólkakreppu síðani seinna veraldarbardaga, skrivar Heini í Skorini víðari. Onkur vildi vera við, at hetta var byrjanin upp á endatíðina, sum Opinberingin tosar um.

 

Telefonstormurin hevur tó ikki fingið Heina í Skorini at skifta meining.

- Tá eg síggi myndirnar av neyðstøddum flóttum, sum flýggja undan kríggi og forfylging, hugsi eg um oktober 1943, tá danskir jødar máttu flýggja undan týskum nazistum yvir um sundið. Megnar bjargingarátakið hevur síðani definerað danska sjálvsfatan. Okkara hjálp er ein dropi av einum dropa av einum dropa í havinum. Men tað er eisini við til at definera, hvørji vit sjálvi eru.

 

Les alt lesarabrævið her.