Telefonstormur av Bobby Bare

Norðoya Kunningarstova hevur í dag verið kimað niður av fólki, sum ætla sær á Summar Festivalin í august. Fleiri hundrað fólk sluppu ikki ígjøgnum, heldur leiðarin fyri Kunningarstovuna.

Í morgun kunngjørdi Summar Festivalurin, at amerikanska country-legendan Bobby Bare spælir á festivalinum í august. Og avdúkingin var ikki meira enn gjørd, so fór telefonin at ringja á Norðoya Kunningarstovu, og telefonin helt fram at ringja allan, samlan dag.

 

- Eg rokni við, at vit hava avgreitt eini 200 fólk, men tað eru ivaleyst eini 500 onnur, sum ongantíð sluppu ígjøgnum til okkum, tí linjurnar hava verið upptiknar allan dag, sigur Maiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunningarstovu.

 

Fólk ringja fyri at biða um pláss til húsvognar, bátar og tjøld, og summi leita eftir øðrum møguleikum at gista. Tíðindini um, at Bobby Bare skal spæla á ársins festival fingu eina rúgvu av fólki at reisa seg úr stólinum í dag. Enn eru pláss eftir til húsvognar og bátar, men tað ræður um at bíleggja pláss í góðari tíð. Í fjør vóru umleið 150 húsvognar á Summar Festivalinum, og tað eru so at siga allir húsvognar í landinum.