Telefonnarkomanur í Havnini

Eg havi verið stórbrúkari av telefon frá ?79 og til dagin í dag og havi fleiri ferðir fingið slitið telefonina og fingið hana setta til aftur, tá ið ein hevur goldið fleiri stórar telefonrokningar ? omanfyri 40 túsund kr. Við lántøkum úr peningastovni í Havn, sum síðani er afturgoldið, tá ið foreldrini vóru á lívi. Eg fekk aftur eina slíka stóra telefonrokning áðrenn F.T. byrjaði takstlækkingar fyri nøkrum árum síðani, ið ikki klárar kappingina við telefonfelaga Kall í dag.

Eg vil alment klaga órættvísu framferð ein av fyrrverandi og núverandi telefonistum hevur fingið uppi á tænastumiðstøðini á Tinghúsvegnum í Havn.
Tað er ikki smávegis samskiftistrupulleikar ein hevur drigist við telefonistar og starvs-fólk fyrst hjá F.T.L. og síðani hjá F.T. hesi seinastu árini síðani í ?79.
Eg havi áður havt NMT 900 fartelefon, sum bleiv niðurtikin um ársskifti og tá hevði ein heypt sær nýggja GSM-fartelefon og ein hevur nýtt nógv korttelefonir.
Eg síggi, at munur verður gjørdur á fastnet-telefonfelagum og GSM-telefonfelagum við og uttan telefonrokning, ið ein væntandi vil klaga eftir ólavsøku.
Eg haldi tað vera gott, at telefonfelaga Kall hevur fingið keypt samskiftisútgerð frá samstarvsfelaga hjá F.T. í Svøríki verður klár at taka í nýtslu í heyst.
Eg síggi, at F.T. kemur framhaldandi at missa nógv viðskiftafólk til telefonfelaga Kall, sum byrjar at bjóða GSM-fartelefontænastur eina ferð í heyst.
Tað er ikki smávegis ein hevur ringt bæði innanoyggja og uttanlands, hvørs ein mest hevur prátað við konufólk, ið ein lærir at kenna ígjøgnum telefonprát.
Tað hevur verið stórt trot á konufólki, tá ein er komin í samband við hesar, tá ein er telefonnarkoman.