Fartelefonin er við allastaðni. Í lummanum, á bilsetrinum, í køkinum, inni á baðiverilsinum, við nátturðaborðið og so framvegis. Tískil gerst fartelefonin lættliga fongd við somu bakterium, sum hendurnar koma í samband við.
Hóast bæði mannfólk og konufólk hava fartelefonina við sær so at siga allastaðni, vísir ein nýggj kanning, at fartelefonirnar hjá monnum eru skitnari enn fartelefonirnar hjá kvinnum.
- Orsøkin kann vera, at mannfólk hvønn dag hava fingrarnar á tastaturinum í longri tíð enn kvinnurnar. Kanningin vísir eisini, at menn ikki hugsa eins nógv um hondreinføri og kvinnur. Tað sigur maðurin, sum hevur staðið fyri kanningini, Michael René við danska TV2. Hann er serfrøðingur í reinføri og lektari á Professionshøjskolen Metropol.
Fyri at sleppa undan at fartelefonin verður ein bakteriubumba, er umráðandi ikki at hava fartelefonina við sær á baðiverilsi, eins og hon heldur ikki skal liggja frammi á borðinum, har matgerð fer fram.
- Fartelefonin skal ikki við inn á baðiverilsi og skal heldur ikki brúkast, tá tú gert mat ella situr og etur við nátturðaborðið. Tað snýr seg um at hava gott reinføri, og tí eru bestu ráðini, at tú heldur bakteriurnar burtur frá fartelefonini og minnist til at vaska hendur, tá tú hevur verið á vesi, og áðrenn tú etur, greiðir Michael René frá.
Hann hevur fimm góð ráð, um hvussu sleppast kann undan, at fartelefonin ikki gerst ein bakteriubumba:
- Vaska fartelefonina um tú missir hana á gólvið
- Koyr fartelefonina til umvælingar skjótast gjørligt, um okkurt á telefonini er farið. Brotið glas kann savna saman nógvar bakteriur
- Vaska telefonina javnan. Tað er nóg mikið at turka við einum reinsiservietti við jøvnum millumbilum
- Tak ikki fartelefonina við á baðiverilsi
- Lat ikki telefonina koma í samband við mat