Telefonin órógvar: – Trupult hjá ungfólki í dag at savna seg um langar tekstir

Seinna helvtin í skúlaárinum er komin væl áleiðis, og próvtøkurnar nærkast. Næmingar og lesandi hava eina rúgvu av drúgvum tekstum at lesa, men umstøðurnar kring næmingar og lesandi eru merktar av talgildum freistingum og tíðartjóvum.

Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.

Marte Blikstad-Balas, professari í frálærufrøði við Universitetið í Oslo, er viðhvørt stødd í lesisalinum á universitetinum í Oslo. Har eygleiðir hon tey lesandi, og hon sær, at tey lættliga verða burturhugað av telefonunum; tað verður hon eisini sjálv, viðgongur hon.

– Tað er umráðandi at gera greiðan skilnað millum, nær tú hevur ein steðg í arbeiðinum, og nær tú arbeiðir, soleiðis at tú ikki verður burturhugað av telefonini í tíð og ótíð, sigur hon. 

Lesing krevur

– At megna og halda fast við hugsavnanina at lesa langar tekstir krevur, at tú leggur orkuna í og gert ein innsats, sigur Kari Spjeldnæs.

Hon hevur skrivað bókina Lese. En liten bok om de store opplevelsene. Hon granskar í lesing og talgilding við Høyskolen Kristiania. Spjeldnæs óttast fyri, at virðið av tí, tú lesur, verður avmarkað til nakað, tú gert, tá ið tú slappar av, og tað er ikki nóg gott, tí lesing er sambært henni eitt arbeiði – ein uppgáva.

– Tú kanst samanbera tað við, at tú hevur verið ein rennitúr ella gjørt okkurt annað, sum krevur eitt sindur av tær. Vit skulu ikki lata sum um, at lesing er so lætt, at tað einki krevur av okkum, sigur hon.

Heilin er ”til arbeiðis”, tá ið vit skulu lesa, og tí gagnar tað okkum, um vit tilvitað seta mørk millum hugdýping í fakbókmentir og talgilda veruleikaflýggjan.

Gransking bendir á, at tað at fara á telefonina í tíð og ótíð er vanaelvandi, men hóast tað kann virka ófrættakent, at heilin verður forritaður at vænta at verða avbrotin, uggar Blikstad-Balas okkum í, at tað ber til at broyta vanar:

– Tað kann ljóða sum um, at einki er at gera, men soleiðis er ikki. Vit hava sjálv tamarhald á hesum. Tað snýr seg um at gera upp við teg sjálvan, at tú vilt lesa í longri tíð í senn, skrivar skulabladid.fo, og har sæst greinin í fullari longd.