Telefonin hjá formanninum gløddi

Formaðurin hjá B36 fekk úr at gera, tá B36 vann seg víðari og nú skal møta Besiktas

Telefonin hjá formanninum hjá B36, Rúna Herup Olsen, gløddi eftir at B36 hevði vunnið seg víðari til 2. undanumfarið í Europa League. Eftir 2-1 sigurin á Titograd stóð greitt, at B36 skal spæla móti turkiska stórfelagnum, Besiktas.

 

Les eisini: B36 selur sjónvarpsrættindini

 

Í B36 er uppgávudeiling greið, so tað er ikki nógvu uppgávurnar, sum gjørdu at fartelefonin fór gløða. Heldur vóru tað fegin vinfólki og B36 viðhaldsfólk, men so sanniliga eisini sokallður “notefikatiónirnar”, sum tú fær frá sosialu miðlunum.

 

Les eisini: So nógvar pengar fær B36

 

B36 legði eitt sjónbandabrot út av sigursdansinum hjá B36, við Jákupi á Borg í høvðusleiklutinum. Hetta sjónbandabrotið bleiv deilt á Instagram, har tað er vísti fleiri enn 60 túsund ferðir, meðan yvir seks túsund fólk hava viðmerkt.

 

Les eisini: Jákup á Borg ferðast kring heimin

 

- Eg fekk nógvar uppringingar, sms og boð á Facebokk, men eri eisini ein av umsitarunum av Instagram síðuni hjá B36. Har fekk eg notefikatiónir allatíð, sigur Rúni Herup Olsen.

 

Fremst á sosialu miðlunum

B36 leggur nógv fyri á sosialu miðlunum. Tað hevur vakt ans millum viðhaldsfólkini hjá Besiktas, sum ikki eru so fá samanborið við eitt nú B36-viðhaldsfólkini.

 

- Eg haldi tey flestu, sum viðmerkja og skriva eru fólk úr Turkalandi. Hetta er kanska met fyri eitt føroyskt uppslag um fótbólt á Instagram, so um vit vóru størstir á sosialu miðlunum áðrenn, so verða vit tað nokk í eina tíð afturat, sigur Rúni Herup Olsen við einum smíli.

 

Hann leggur afturat, at tað eru ikki so nógvar øðrvísi uppgávur, nú Besiktas kemur á vitjan, í mun til aðrar altjóða uppgávur. Munurin er mest at alt er størri, tá Besiktas kemur á vitjan, heldur formaðurin fyri.

 

Dysturin millum B36 og Besiktas verður á Ovara vølli í Gundadali hóskvøldið klokkan 19. Bæði In.fo og FM1 siga frá dystinum.