Telefonboks á Norðasta Horni

Fyri 25 árum síðan:

Sosialurin hósdagin 14. februar 1985: Hóast hetta lítla húsið sær út sum eitt nátthús, er talan um eina telefonboks, sum er sett upp á Norðasta Horni, tá fólk byrjaðu at flyta út hagar. Í samráð við eigarafelagið setti Telefonverkið upp eina mynttelefon, meðan bíðað var eftir at telefonlinjurnarvórðu lagdar til økið. Mynttelefonin var einasta telefon har á leið.


Kelda: Sosialurin 14. februar 1985