Telefon-tyranni

Var til handils ein dagin. Bíðirøðin var long, og fólk suffaðu um tær báðar ungu kassadamurnar, sum heilt víst ikki arbeiddu akkord. Men brádliga ringdi telefonin innan fyri diskin. ½ ferð náddi hon at ringja, so hevði onnur kassadaman tikið hana. Kundan, ið hon júst avgreiddi, læt hon bíða.

Hon tosaði eina løtu og fór so út í handilin at leita eftir onkrum, sum viðkomandi í hinum endanum helst hevði spurt eftir. Ímeðan gjørdist langa bíðirøðin støðugt longri. Men vit máttu brynja okkum við toli, tí tað var jú telefonin, sum ringdi.

Hví finna vit okkum í hesum? Dømini um slíkan telefon-hugburð eru ótald. Tvey fara út at eta, og annar parturin situr og tosar í telefon mestsum allatíðina. Vinkonur hittast á café, og ein situr støðugt og sms’ar. Ja, sjálvt i kirkjuni loyva fólk sær nú at taka telefonina, tá ið hon ringir, fara út at tosa og koma síðani inn aftur til restina av prædikuni. Fullkomiliga uttan virðing!

Hví verða tey, sum ringja/sms’a, altíð tikin fram um tey, ið eru til staðar?

Kanska skuldi ein vegleiðing um høviska nýtslu fylgt við, tá ið telefonir verða seldar. Ein tøknilig vegleiðing og so ein skynsemis vegleiðing. Tí tað má væl bera til at knýta bara eitt minstamark av skili og vanligum fólkaskikki at telefonini. Ella hvat?

Eg mótmæli í øllum førum harðliga at fólk, sum ringja skulu verða hægri raðfest enn fólk, ið eru til staðar. Tí vil eg nýta høvið at vísa á nýggja mótan: Latið telefon vera telefon, um fólk hava ómakað sær til handils ella á vitjan hjá tær. Tað er vorðið IN at hava nóg mikið av samvitsku og sjálvsáliti til at sløkkja telefonina. Ella í minsta lagi at gera hana ljóðleysa av og á.

Tí um tað veruliga er okkurt lívsneyðugt, so ringja tey púra vist aftur