Føroya Tele hevur ment eina nútímans telefonloysn, NETtala, ið gevur føroyskum fyritøkum møguleika at avgreiða allar telefonsamrøður gjøgnum netið.
NETtala verður hýst av Føroya Tele og bjóðar allar hentleikar innan telefonsamskifti hjá fyritøkum. Skipanin er bílig at stovna, og tær nýtist ikki at gera stórar íløgur í servarar ella aðra tøkni, tí loysnin liggur hjá Føroya Tele, sum syrgir fyri rakstri og dagføring.
Skipanin er brúkaravinarlig og smidlig við góðum útbyggingarmøguleikum. NETtala savnar alt telefonsamskifti í fyritøkuni í eina og somu loysn; tað merkir fyrst og fremst, at tú fært eitt hent og effektivt stýringsamboð, og starvsfólkini fáa smidligar arbeiðsumstøður.
NETtala er ein trygg skipan við høgari taludygd. Føroya Tele tryggjar góðskuna við at seta ein ávísan part av breiðbandinum av til talu, so hon altíð hevur fremstu raðfesting. Sostatt verður talan ikki ávirkað av øðrum virksemi á breiðbandinum.
Skipanin er framtíðartryggjað. Eingin vandi er fyri, at nýggjar íløgur mugu gerast, ella at íløgan fer fyri skeyti, tí hon kann tillagast tørvin hjá fyritøkuni, sama um hon veksur ella minkar.
Allar fyritøkur kunnu nýta NETtalu, og hon hóskar eisini væl, har øll ikki arbeiða undir sama taki, t.d. har fólk arbeiða heimanífrá, ferðast nógv, ella har virksemi er spjatt landafrøðiliga.
NETtala gevur nógvar fyrimunir. Tú fært t.d. yvirlit yvir kallstøðuna hjá starvsfólki, tú kanst tillaga brúkarar eftir tørvi, stýra og umsita telefonina frá telduni, og tú fært telefonsvarara við tíðarstýring og hópin av øðrum møguleikum.