Í staðin fyri mønutak fær bygningurin nú slætt tak, og báðar tær ovaru hæddirnar fáa ein útbygning út móti gongugøtuni. Eftir útbyggingina verður bygningurin nakrar fermetrar størri. Umbyggingin verður eftir ætlan liðug í vár.
Tað er P/F Ingibjørg Dam, sum eigur bygningin. Ingibjørg er dóttir Thomas Dam, sum átti bygningin í nógv ár. Nú eigur hon bygningin saman við døtrunum.










