Telebúð í nýggjum hami

Telebúðin í Klaksvík hevur longi haltað langt aftan fyri nógvar av hinum búðunum í landinum. Men mánadagin klokkan 13 lat Telebúðin upp í fullkomuliga nýggjum hami, og nú er munur á at koma inn í búðina at avgreiða síni ørindi

Klaksvík:
Fyrr var ikki so høgligt at koma inn í Telebúðina. Ein skuldi ígjøgnum ikki færri enn tríggjar hurðar, áðrenn ein kom inn í Telebúðina, og tá vóru hølini ikki serliga tiltalandi.
Men alt tað er nú broytt. Nú skal kundin bert lata eina hurð upp fyri síðani at koma inn í eini flott og hugnalig handilshøli, sum liva fult upp til allar hinar Telebúðirnar í landinum.
? Ja, hetta var hart tiltrongt. Gamla Telebúðin hoyrdi jú heima afturi í steinøldini, segði ein glaður økisleiðari, Pól Sundsskarð.
Hann greiddi frá, at umbyggingin hevði verið ávegis í langa tíð. Allur bygningurin, sum Føroya Tele heldur til í, er farin ígjøgnum eina umfatandi umbygging, sum byrjaði í 2000. Tá varð útbygt fyri okkurt um eina millión krónur, og tá tað var liðugt restaði bert Telebúðin sjálv í.
? Hetta var óluksáliga gott at fáa gjørt. Vit liggja jú í hjartanum í Klaksvík, kann sigast, og tað kemur nógv fólk framvið her hvønn dag, sigur Pól Sundsskarð.
Seinni er meiningin eisini, at fólk skulu kunna fara inn í Telebúðina at kanna teirra teldupost. Tað er ein tænasta, sum serliga er hent fyri ókunnugt fólk.

Alt á einum staði
Eitt annað, sum nú eisini fer at broytast, er avgreiðslan. Sum er, tá ein persónur kemur inn í Telebúðina at skráseta seg, verður alt sent til Havnar. Tað verður ikki longi afturat, sambært Pól Sundsskarð, tí um ársskiftið er ætlanin, at skrásetingar skulu verða avgreiddar á einum og sama staði óansæð hvørjari Telebúð í landinum tú ert staddur í.
Pól Sundsskarð sigur annars, at sølan av fartelefonum nú er stagnerað nakað. Fyrr var tað soleiðis, at tá okkurt nýtt kom fram, komu fólk beinanvegin at spyrja eftir tí, men tað er við at broytast nú.
? Fólk eru meiri prístilvitað nú, og tey eru nøgd við teirra telefonir, letur tað til, sigur Pól Sundsskarð, økisleiðari hjá Føroya Tele í Klaksvík.
Í sambandi við, at Telebúðin lat uppaftur, bjóðaðu tey kaffimunn og hava serlig tilboð hesa vikuna.