Telebúðin í Havn flytur í SMS

Mikudagin 29. apríl klokkan 10 letur nýggj Telebúð upp í SMS.

Handilin fer at halda til í hølunum á niðastu hædd millum Miklagarð og Kids Leikur. Samstundis letur Føroya Tele handilin aftur í miðbýnum í Havn.

Føroya Tele hevur frammanundan Telebúðir í høvuðssætinum í Hoyvík, Klaksvík, Saltangará, á Tvøroyri og flogvøllinum. Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti, fegnast um nýggja handilin.

– Nýggja Telebúðin verður eins stásilig og hinir handlarnir, og vit fara sjálvandi at leggja stóran dent á at veita øllum eitt gott kundaupplivilsi, sigur Hans Jákup Langgaard og leggur afturat, at nýggi handilin í SMS fer at bøta um atkomuviðurskiftini, ið hava verið ein avbjóðing í miðbýnum.