The Love Bug hevur gjørt um seg farnu dagarnar. Teldubrævið við heitinum "I love you" hevur ført eitt herviligt telduvirus kring allan heimin, og tað hevur gjørt skaða fyri milliardir av krónum.
Virusið heldur fram við at gera um seg, og serfrøðingar halda, at tað fer tað eisini at gera næstu tvær vikurnar.
Amerikanska samveldisløgreglan og Interpol leita eftir bakmanninum til virusið, og nú hevur løgreglan á Fillipinunum eftirlýst ein 23 ára mann, sum kann verða tann seki í málinum. Maðurin gongur undir navninum "Spyder".