Telduvirus: Tann mistonkti leyslatin

Ein ákæri í Manila hevur gjørt av, at lata tann 27 ára gamla Reomel Ramones, sum var undir illgruna, at vera maðurin aftanfyri ?I Love You? telduvirusin, leysan. Prógvini vóru ikki nóg góð, sigur ákærin

Í gjár varð hann handtikin, men í dag varð hann longu latin leysur aftur. Talan er um tann 27 ára gamla filipinska mannin, sum er undir illgruna at hava smittað umleið 50 milliónir teldur kring heimin við telduvirusinum ?I Love You?.


Ein ákæri í Manila gjørdi í dag av at lata Ramones leysan tí prógvini móti honum eru ikki nóg góð til at hann framvegis kann vera varðhaldsfongslaður.


Tá løgreglan handtókn Ramones og gentu hansara í gjár, funnu teir eingi prógv á staðnum, m. a. tí at har var hvørki telda, mótald ella telefon.


Amerikumenn eru í øðini um, at maðurin er latin leysur, og teir hava lagt løgregluna á Filipsoyggjunum undir at vera ov seinfør í sínum kanningararbeiði. Amerikanska løgreglan hevði havt ætlanir um at fáa Ramones útflýggjaðan til rættarsókn í Amerika, men hetta verður neyvan til nakað, tí grundarlagið heldur ikki til eina útflýggjan, siga tíðindastovurnar.