Arbeiðið hjá løgregluni, í Manila á Filipsoyggjunum, at prógva, at tað var eitt ungt filipinskt par, sum sendi telduvirusin kring heimin í seinastu viku er vorðið torførari enn løgreglan hevði ætlað.
Tá løgreglan í gjár í Manila handtók mannin heima við hús, var hvørki teldur ella telefon at síggja. Alt var horvið og tá hesi týdningarmiklu prógv eru burtur, kann uppgávan hjá løgregluni gerast heldur enn ikki trupul, sigur ein talsmaður hjá løgregluni.
Løgreglan legði kortini hald á eina rúgvu av disklum og øðrum tilfari, sum hon fann í húsinum, og hetta er so tað einasta, sum teir hava at styðja seg til í arbeiðinum, at koma til botns í málinum.
Í fyrsta umfari eydnaðist bert at fáa fatur á tí unga manninum, men seinni er tað so eydnast løgregluni, at fáa fatur á kvinnuni, og barnapíku teirra. Tey eru øll trý í varðhaldi enn. Parið, sum løgreglan í Manila ? og amerikanska samveldisløgreglan FBI ? metir vera upprunin til telduvirusin, arbeiðis í einum banka í Manila.
Umleið tíggju milliónir teldur kring allan heim fingu í seinastu viku tað ólukkuliga kærleiksbrævið ? I love You. Teirra millum vóru danska fólkatingið, bretska undirhúsið og Hvíta húsið í Wsahington. Amerikanska teldufyritøkan Computer Economics metir skaðan, sum telduvirusin hevur gjørt, til umleið fimm milliardir dollarar og tað svarar svarar til góðar 41 milliardir í okkara pengum.










