Eitt telduvirus var kanska viðvirkandi til, at eitt spanskt ferðamannaflogfar datt niður, júst sum tað var farið á flog úr Madrid tann 20. august í 2008. Tað skrivar spanska blaðið El Pais.
Vanlukkan kravdi 154 mannalív.
Blaðið skrivar, at møguliga var tað møguliga ein sokallaður trojanskur hestur, sum var viðvirkandi til vanlukkuna. Sambært kanningunum datt flogfarið niður, tí tað, sum á fakmálinum eitur ?flaps?, stóð skeivt, men kortini fingu flogskipararnir onga ávaring um tað ávaringarskipanini í flogfarinum.
Spanska felagið Spanair átti vanlukkuflogfarið, sum skuldi úr Madrid til Gran Canaria, tá tað datt niður.