Rumbul hevur verið í flogvinnuni í London hesa vikuna.
Fyrr í vikuni vórðu fleiri enn 170 flogferðir avlýstar, eftir fakfelagið Unite, sum umboðar starvsfólkini á floghavnini Heathrow í London, hótti við mótmælisverkfalli í sambandi við, at tey krevja hægri løn.
Les eisini: Ongland: Verkfall stendur fyri durum
Og aftur í dag hava hundraðtals ferðafólk í London høvuðbrýggj.
Sum avleiðing av, at flogfelagið British Airways hevur havt teldutrupulleikar, eru fleiri enn 117 flogferðir til og frá London Heathrow avlýstar, og 200 aðrar flogferðir útsettar.
Tað stendur á gomlum nøglum í British Airways. Umframt at flogskiparar í hesum døgum hótta við at fara í verkfall, skal flogfelagið gjalda fleiri milliónir pund í bót, eftir at trygdarskipanin teirra fyrr í ár varð álopin av teldusníkum. Stóra bótin skyldast, at persónligir upplýsingar hjá fleiri enn 500.000 kundum vórðu stjolnir.
Harafturat hava tríggir eldar nærindis jarnbreytini til Victoria Station í London í dag havt hópatal av avlýsingum við sær, skrivar BBC. Victoria Station er ein av ferðamiklastu jarnbreytarstøðunum í London.
Sostatt hevur ørgrynna av ferðafólki verið í bíðistøðu á flogvøllum og tokstøðum í London í dag.