Nú eru longu fýra ár síðani, at NORA prentaði ársfrágreiðing sína á pappír.
Vit síggja hetta sum eina sjálvfylgju, tá vit hugsa um atlit til og ábyrgd yvir fyri umhvørvi og heimsmálunum hjá ST sum heild, sigur Ásmundur Guðjónsson í stuttari viðmerking.
Í ársfrágreiðingini ber til at lesa tekstir, síggja myndir og videoupptøkur, sum vísa virksemið í farna árinum. Eisini eru framløgur, ið lýsa nakrar av verkætlanunum, sum NORA hevur stuðlað.
Eitt nú ber til at lesa og hoyra um íslendsku fyritøkuna Icelandic New Energy (INE), sum hevur verið virkin í fleiri NORA-verkætlanum seinnu árini. Stjórin í INE, Jón Bjørn Skúlason, er ivaleysur um, at NORA-stuðul hevur verið ein týðandi partur í tilgongdini til grøna skiftið í Norðuratlantshavi.
Ítøkiliga sigur Jón Bjørn Skúlason, at beinleiðis samband er millum orkuverkætlanina RENSEA, sum NORA stuðlaði, til at íslendingar nú hava elriknu ferjuna Herjólfur IV, sum siglir millum Vestmannaoyggjar og meginlandið Ísland.
Les, síggj og hoyr alla ársfrágreiðingina her: https://ar.nora.fo/2022/