Teldutøkar teoriroyndir á Akstovuni

Nýggju teldutøku teoriroyndirnar hjá Akstovuni vórðu mánadagin sýndar fram fyri landsstýrismanninum í ferðslumálum við sera góðum úrsliti



Mánadagin 13. november var tíðindafundur á Akstovuni í sambandi við at nýggju teldutøku teoriroyndirnar til persónbil vórðu sýndar fram  fyri Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í ferðslumálum. Høvið var eisini hjá fjølmiðlunum at royna nýggju skipanina.
 
Skipanin varð fyrstu ferð roynd hósdagin 26. oktober við sera góðum úrsliti.
 
Nú virka teoriroyndirnar soleiðis, at næmingarnir sita við ein telduskíggja við ferðslumyndum, meðan ein rødd lesur spurningarnar upp. Næmingarnir skulu síðan svara ja ella nei upp á teir ymisku spurningarnar.
 
Tá royndin er liðug, skrivar teldan út úrslitini av royndini við viðmerkingum um hvar í møguligir feilir eru.
 
Næmingarnir skuldu gjøgnum 25 myndir og skuldu taka støðu til umleið 90 spurningar. Fyri at klára royndina skulu næmingarnir ikki hava meira enn fimm feilir.
 
Dentur er lagdur á, at myndirnar skulu vera týðuligar, og at málbrúkið er lætt og væl skiljandi.