Fríggjadagin kom Føroya fyrsta teldutøka útgáva við einum ISBN-tali komin út. Allar prentaðar útgávur hava vanliga eitt ISBN-tal, sum er ein altjóða skráseting av øllum útgávum, og hetta er so fyrsta føroyska teldutøku útgaván við tílíkum skrásetingarnummari. “Fjølmiðlar” eitur útgávan, og hon leggur upp til at fylgja við í fjølmiðlunum, eins og at kunna seg um pressufrælsi bæði úti og heima. Tilfarið um fjølmiðlar er fyrst og fremst ætlað at brúka á miðlabreyt í 10. flokki, men kann eisini brúkast á miðnámi og í elstu flokkunum í fólkaskúlanum. Tað er Føroya Skúlabókagrunnur, sum gevur út teldutøku útgávuna.