Telduspøl hjálpa menningartarnaðum og teimum eldru

Ein umfatandi kanning vísir, at telduspøl og nútímans tøkni kunnu bøta um gerandisdagin hjá menningartarnaðum og teimum eldru.

Kanningin, sun er gjørd í 15 kommunum í Miðnoregi, hevði sum mál at kanna, um eitt nú telduspøl og GPS kunnu brúkast sum vælferðartilboð. Í nøkrum av kommununum høvdu tey longu góðar royndir av GPS, og nú hava tey sett sær fyri at royna telduspølini sum ein part av gerandisdegnum.

 

-Vit hava roynt GPS við minnisveikum, sum búgva heima, og royndirnar eru sera góðar. Skipanin hevur givið brúkarunum størri frælsi og gjørt gerandisdagin tryggari, og hetta hava tey avvarandi verið fegin um, sigur ein av heimarøktarleiðarunum við norska kringvarpið.

 

Likamligt virksemi og sosialt samanspæl er ein partur av royndini við vælferðartøkni, men tað snýr seg eisini um trygd í grandisdegnum, har GPS-skráseting kann vera ein stór hjálp hjá teimum, sum hava ilt við at finna útav hvar tey eru.

Hóast verkætlanin við at fáa størri gagn av nútímans tøkni er liðug, hava kommunurnar gjørt av at halda fram nakrar mánaðir afturat, og at fleiri kommunur kunnu koma upp í samstarvið í hesum tíðarskeiðinum, sigur NRK.