SPÆL
Eitt nýtt føroyskt telduspæl hevur sæð dagsins ljós. Xplore er navnið á tí. Tað er oljufelagið Agip, sum hevur tikið stig til at gera spælið. Italska oljufelagið er við í oljuleitingini undir í Føroyum, og teir hava eisini bundið seg til at lata pengar til førleikamenning. Ein partur av hesum peningi verður nýttur til at gera hetta nýggja telduspælið.
Spælið eitur Xplore við undirheitinum Petroleum Exploration Business Game.
?Endamálið við spælinum er at geva miðnámsskúlanæmingum innlit í leiting eftir kolvetni, sigur Ólavur Gregersen, sum er vinnuráðgevi hjá Agip í Føroyum. Hann hevur samskipað hesa verkætlanina fyri Agip.
Talan er mestsum um føroysk framleiðslu burturav. Ávísir útlendskir konsulentar hava verið knýttir at verkætlanini. Agip hevur sum sagt staðið fyri og fíggja verkætlanina. KT-fyritøkan Tøkni hevur staðið fyri tí mesta av arbeiðinum í sambandi at útbyggja konseptið og leggja spælið til rættis. Føroyska fyritøkan Sansir luttekur eisini í verkætlanini. Eisini hevur Atlants Kolvetni havt ein fingur við í spælinum, og oljumálastýrið hevur eisini givið spælinum teirra vælsignilsi.
Teld og borð
Spælið er eitt telduspæl. Tað er tó ikki meira eitt telduspæl enn, at sjálv spæliplátan er verulig ella fysisk. Henda góða spæliplátan er hornasteinurin í spælinum. Hon ímyndar eitt eftirgjørt oyggjaland, sum ikki er veruligt, men set í eitt samanhang, ið minnir um veruleikan.
Tað er so frætt veruleikakent, at olju er at finna í økinum rundanum oyggjarnar. Eins og í einum oyggjalandi í Norður Atlantshavi, so verður eisini farið ígongd við at leita eftir olju. Spælararnir, sum eru tríggir á hvørjum liði, skulu gjøgnum allar teir ymsu fasurnar í sambandi við oljuleiting. Teir skulu bæði gera seismiskar kanningar, ganga saman í samtøk, bjóða uppá loyvi og mangt annað. Stutt sagt: alt tað, ið tú skalt gera í offshore leiting eftir olju.
?Tær nýtist ongan førleika, áðrenn tú fer í holt við spæl. Spælið er bygt teirri uppskrift, at tú lærir, meðan tú spælir, sigur Òlaver Gregersen.
Spælið gongur alt fyri seg gjøgnum alnetið, men við einari fysiskari spæliplátu. Luttakararnir skulu loysa nógvar avbjóðingar, sum eru tiknar úr veruleikanum.
?Tað krevur bæði vitan og held, um tú skalt vinna í spælinum. Tað er sjálvandi best við nógvari vitan, sigur Ólavur Ellefsen, sum eigur og rekur Tøkni.
?Vit vóna, at næmingarnir fara at taka vælímóti hesum. Hetta spælið meta vit inniheldur rættiliga nógv av tí, sum vit seta í samband við oljuleitingar av hesum slag, sigur Ólavur Gregersen,
Kapping
Sum áður nevnt er endamálið við spælinum at geva miðnámsskúlanæmingum innlit í leiting eftir kolvetni.
Í hesum sambandi skipa fyri einari kapping. Í næstum fara fólk at royndarkoyra spælið, men tann stóra ætlanin er, at miðnámsskúlanæmingar skulu kappast í spælinu. Ætlanin er, at kappingi verður millum tretivu lið, sum eru mannað av trimum fólkum á hvørjum liði. Kappingin fer fram yvir tríggjar vikur, og tað er so ætlanin, at vinnarin fær eina góða virðisløn. Ætlanin er, at kappingin fer av bakkastokki komandi heyst. Vinnarin er tann bólkur, ið eftir trý útbjóðingarumfør hevur funnið størsta samlaða virðið av olju.
Kostnaðurin av spælinum táttar í eina millión kr., og hesir eru fyri tað nógva nýttir í Føroyum.