Telduspæl kunnu verða ein dýr søga

Brúkaraumboðið mælir nú foreldrum og øðrum vaksnum at vísa varsemi, tá ið børnini spæla spøl á Ipaddinum ella Iphones.

Her verður hugsað sum spøl, sum eru keypt á Itunes Store á Apple.

- Tað er ofta ókeypis at spæla í fyrstuni, men tá ið barnið hevur spælt eina løtu, ber til at keypa ískoyti til spælið og tá verður peningurin tikin av gjaldskortinum, ið er knýtt at Ituneskontuni.

Hesi ískoytini eru ofta tað, sum ger spælið stuttligt og spennandi.

Standardstillingarnar á Ipad eru soleiðis, at er loynitalið trýst inn einaferð, stendur kontan opin í 15 minuttir at keypa í.

Í hesum tíðarskeiði ber til at at keypa við gjaldskortinum hjá foreldrunum, ið er knýtt at Itunes. Tíðarskeiðið verður endurnýggjað fyri hvørt keyp, tvs. at verður keypt áðrenn teir 15 minuttirnar eru farnir, byrja nýggir 15 minuttir at telja.

Brúkaraumboðið mælir foreldrum til at broyta standardstillingarnar á Ipaddinum til at loyniorðið skal brúkast, hvørja ferð keypt verður.

Er peningur tikin av kontuni, eru royndirnar, at tað ber til at fáa peningin aftur.

- Tað er av týdningi at gera vart við seg alt fyri eitt hjá peningastovninum at fáa læsa kortið og at senda klagu til Apple og biðja um at fáa peningin endurgoldnan.

Tað ber eisini at keypa gávukort at brúka í spølunum, soleiðis at gjaldskortið ikki verður knýtt at Ituneskontuni.

Annars hevur Brúkaraumboðið áhuga at frætta um slík mál, so tey, ið hava havt trupulleikar við hesum, eru eisini vælkomin at venda sær til okkara, sigur Brúkaraumboðið.