Telduspøl gera heilan skjótari

Tey, ið brúka nógva tíð framman fyri telduni og spæla spøl, hava í nógvum førum ein heila, ið reagerar skjótari, enn hjá teimum, ið ikki spæla telduspøl. Tað vísa nýggj granskingarúrslit.

Granskarar á Duke University hava almannakunngjørt eina kanning, sum vísir, at telduspøl venja heilan til at brúka visuell inntrykk skjótari og effektivari, enn um mann ikki spælir telduspøl.

Í eini kanning við 125 universitetsnæmingum vísti tað seg, at tey fólkini, sum brúka nógva tíð upp á actionspøl, kláraðu seg betur í eini test, har minnið bleiv kannað, enn tey, ið ikki spæla spøl á teldu.

Sambært einum av granskarunum, sum hava staðið fyri verkætlanini, Gregg Appelbaum, so eru persónar, ið spæla telduspøl, skjótari og betri at fata myndir og ymisk tekin.

- Telduspælarar síggja og uppfata alt eitt sindur øðrvísi enn vit onnur, og teir hava eisini lættari við at fata visuella kunning. Sum heild reagera telduspælarar skjótari upp á visuell boð, sigur Gregg Appelbaum, granskari.