Danski felagsskapurin hevur kannað hvørja ávirkan útbreðslan av telduspølum hevur á børn og ung. Óttin fyri, at tey ofta blóðugu og ógvusligt telduspølini, har tað snýr seg um at skjóta, drepa og gera seg inn á hvør annan, hava við sær harðskap í veruliga lívinum, er ógrundaður.
Børn og ungum dáma avbjóðingina og kappingina í telduspølunum - ikki harðskapin. Harafturat spæla tey helst spølini saman við øðrum, og tí eru telduspølini við til at sjóða saman børn og ung.