- Tað var ikki annað væntandi, nú vit hava sæð, at eitt nú Portalurin og Vágaportalurin hava verið offur fyri ágandadi teldusníkum, sum í løtum hava lagt skipanir teirra lamnar.
Soleiðis sigur Jonhard Hammer, nú in.fo er fyri álopi av teldusníkum.
- Vit hava roynt at fyrireika okkum, men hetta skapar kortini nakað av órógvi. Eitt nú riggar app’in ikki í løtuni, men vit arbeiða við fullari ferð í royndunum at steðga álopinum, sigur Jonhard Hammer.










