Sunnudagin varð heimasíðan hjá FO umsitingini nic.fo álopin av teldusníkum. Nic.fo er stovnurin, sum varðar av øllum føroyskum økisnøvnum, .fo-domenum.
Tekniska kanningareindin hjá løgregluni kannar í løtuni málið, og hóast álopið varð steðgað, so verður sagt at sníkarnir hava fin- gið fatur í teldupostadressum og loyniorðum hjá øllum brúka- rum á nic.fo. Upplýsingar um gjaldskort o.a. eru ikki raktir
av álopinum.
– Nógv fólk brúka sama loyniorð til ymiskar skipanir, tí er tað av alstórum týdningi, at fólk broyta síni loyniorð á øðrum skipanum beinavegin fyri at tryggja, at sníkarnir ikki sleppa inn at skaða aðrastaðni, skrivar nic.fo í tíðindaskrivi.
Nic.fo varð sløkt fyri at steðga álopinum, og letur uppaftur mánadagin í nýggjari skipan. Øll navnaøki eru sostatt nú í tryggum kørmum, og verða ikki ávirkað av hesum.
Tá nic.fo letur uppaftur, fáa allir verandi brúkarar ein teldupost við leinki at velja nýtt loyniorð til skipanina.










