Teldusníkar hakkaðu seg inn á Effo

- Vit hava upplivað slíkt áður, men eg haldi ikki, at álopini áður hava órógvað so nógv sum hesaferð, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

##med2##

 

- Teldusníkar royna alla tíðina at sleppa inn um at órógva virksemi. Hetta er hent hjá Effo áður, og hetta hendi so partvís hjá teimum aftur seinasta fríggjadag.

 

Soleiðis sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo, við Árna Gregersen á FM1 í tíðindasendingini klokkan 17 í dag.

 

Men, hvussu merkti so Effo, at teldusníkar royndu at órógva virksemið hjá felagnum.

 

- Virksemið kundi halda fram sum vanligt. Støðirnar hava koyrt sum vanligt, og vit hava fingið oljuveitingar og alt tað, sum hoyrir til virksemið hjá okkum. 

 

Stjórin vísir á, at viðskiftafólk, sum eitt nú hava ringt og spurt um saldo - hvat teir skylda ella eiga til góðar - hava ikki kunnað fingið svar upp á henda spurning sum vanligt.

 

- Tá slíkt hendir, er neyðugt at eftirmeta ta skipan, vit hava. Hetta ganga vit ógvuliga høgt upp í, bæði fyri at hava eina góða trygd. Tá slíkt hendir, er neyðugt at gera nógv burtur úr at eftirkanna trygdina.

 

##med3##

 

Janus Thomsen sigur, at tað kemur javnan fyri hjá fyritøkum, at álop eru - so ella so - antin við teldupostum ella á annan hátt.

 

- So, vit hava upplivað slíkt áður, men eg haldi ikki, at álopini áður hava órógvað so nógv sum hesaferð.

 

Stjórin í Effo leggur aftrat, at skipaninar nú koyra aftur og viðskiftafólk, sum hava ringt til Effo, eru hjartaliga vælkomin at ringja aftur.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini, kanst tú hoyra Janus Thomsen greiða frá.