Teldusníkur biður um umbering

Australski teldusníkurin, Doktor Bass, sum í gjár breyt inn í 10 føroyskar heimasíður og almannakunngjørdi hundraðtals loyniorð til føroyskar teldupostadressur, bakkar nú – og tað er hann helst kroystur til av øðrum teldusníkum.

Hann skrivar í einum brævi, at hann gevst við virksemi sínum sum teldusníkur, og at hann hevur fingið at vita frá øðrum í bólkinum Anonymous, at har leggur eingin í, um føroyingar drepa grind ella ikki.

– Til allar føroyingar vil eg siga, at eg eri keddur av tí, um tit hava fingið trupulleikar av hesum. Eg eri framvegis ímóti grindadrápi, men eg vil biðja um umbering fyri, hvat eg havi gjørt einum lítlum landi sum tykkara, skrivar Doktor Bass.

– Til teirra, sum hava spilt tímar av sínum lívi uppá at kjakast við meg: Eg vil vóna, at tit eru fegin og errin, tí tit vunnu, sigur teldusníkurin, ið ásannar, at hann veit av, at grindadráp er lógligt í Føroyum, men vónar, at føroyingar eina ferð gevast at drepa grind.

Eisini biður Doktor Bass tey um umbering, sum hann hevur samstarvað við í átakinum OpHarpoon, sum er ímóti grindadrápi.

– Eg valdi ikki Føroyar sum mál ella tey, ið drepa grind, men gjørdi tað, væntast kundi av mær, at fáa mest møguliga umrøðu av sakini, skrivar teldusníkurin, sum nú altso gevst við øllum sínum hackara-virksemi.