Hevur tú varnast nakað óvanligt við tínari Facebook kontu í dag og ert blivin útritað/ur, uttan at tú hevur ritað teg út? So kann tað vera, at tú ert millum tær 50 milliónirnar, ið hava fingið sín brúkara hakkaðan.
Teldusníkar funnu ein máta at fáa ræði á kontuni hjá fleiri brúkarum við funkuni “View as”. Hendan funkan loyvir tær at síggja, hvussu aðrir brúkarar síggja tína vangamynd. Her funnu teldusníkarnir fleiri brek, sum teir gjørdu sær dælt av fyri at sleppa inn á ikki minni enn 50 milliónir brúkarar.
Facebook boðar sambært BBC frá, at sjálva brekið við "View as" funkuni er loyst. Facebook er í løtuni í ferð við at kanna málið nærri, og tað verður tikið í størstum álvara.
Mann veit enn ikki, hvør stendur aftanfyri hesi álopini, og á hvønn hátt tað fer at ávirka tey, ið álopið hevur rakt.