Teldusníkar bóru tíðindi um yvirgang

Tey, sum brúka Twitter-skipanina hjá amerikanska sjónvarpinum NBC, fingu í gjár tíðindi um eina yvirgangsatsókn at staðnum í New York, har World Trade Center stóð.

-Breaking News! Ground Zero er júst álopið. Flogfar 5736 er dottið niður har. Illgruni um rán. Vit koma við meiri, tá okkurt er at frætta afturat, stóð í teimum stuttu boðunum.

NBC strikaði tey følsku tíðindini, og løtu seinni kunngjørdi ein teldusníkabólkur, ið nevnir seg The Script Kiddies, at tað var hann, sum hevði lagt boðini inn á Twitter-skipanina hjá sjónvarpinum. NBC hevur eisini váttað, at bólkurin var sloppin inn á skipanina við tíðindunum.

-Saman við Twitter royna vit at loysa trupulleikarnar, og vit biðja um umbering fyri tann skelk, sum okkara viðskiftafólk fingu av hesari eirindaleysu og ábyrgdarleysu gerð, sigur NBC í einari fráboðan.