Í síðstu viku skipaði Husqvarna fyri einum reklamuskeiði, innan seyming, á Hotel Føroyum. Husqvarna er millum kendastu verksmiðjur ið gera seymimaskinur.
Tað sermerkta við skeiðnum er, at allar seymimaskinurnar eru teldustýrdar. Tær kunnu millum annað eisini brodera. Á maskinuni ber til at velja tað tilfar, ið ein vil brúka og síðani ber til at fáa upplýsningar um, hvørja nál og hvønn tráð ein skal nýta. Seymimaskinan kann samstarva teldu og internet á tann hátt, at til ber at heinta eitt nú mynstur á internetinum. Tekningar og myndir kunnu eisini skannast inn, og síðani leggur brúkarin sjálvur sting á.
- Tað er einans hugflogið ið setir mørkini, sigur Conny Møller, sum er seymiráðgevi hjá Husqvarna.
Byrjaði at seyma saman við mammuni
Ein av luttakarunum á seymiskeiðnum er Helgi Laksáfoss. Hann er samstundis einasti maður, millum teir 12 luttakararnar. Hetta er honum tó ikki fremmant. Tvørturímóti; Helgi er gamal í garði, tá ið tað snýr seg um seyming.
Allar seymimaskinurnar eru privatar, tað vil siga at hvør einstaki luttakari hevur sína seymimaskinu við heimanífrá. Og Helgi eigur sjálvandi eisini sína, sum hann er sera væl nøgdur við. Hann sigur frá, at hetta við at seyma, helst liggur í blóðinum. Hann er bert ein av teimum mongu í familjuni, ið dáma væl at seyma.
- Eg byrjaði at seyma saman við mammu míni í 1954. Eg seymi mest til mín sjálvs, men eisini hjálpi eg systrini. Annars er tað reint ítriv, sigur Helgi.