Seinastu árini er tað vorðið alsamt meira vanligt, at nýtsla av teldu verður roknað sum ein náttúrligur partur av skúlagongdini. Ivaleyst eru fleiri, sum nú standa yvir fyri spurninginum um, hvørja teldu ein skal keypa sær. Skal tað vera ein av teimum bræðnýggju, við internetatgongd, scannara og stórum litskermi, ella er tað i veruleikanum nóg mikið, at keypa eina sær brúkta teldu, sum klárar tær mest neyðugu uppgávurnar. Yngd hevur verið ein túr runt í býnum, har vit hava prátað við sølufólk á ymsum telduhandlum, fyri at vita, hvat tey hava at bjóða. Harumframt hava vit eisini verið uppi í Hoydølum ein túr, fyri at hoyra, hvat næmingarnir meta um nýtslu av teldum í.s.v. skúlagongd.
Annað, sum er í blaðnum í dag er samrøða við hondbóltsleikaran Finn Hansson, umframt hitlistar og fløguummælið.
Sum nevnt í blaðnum seinasta mikudag, so eru lesararnir vælkomnir at seta seg í samband við okkum á Yngd. Er tað so at tú hevur eitt gott hugskot til eina søgu, ella veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt merkisvert, so er bara at seta teg í samband við okkum. Ring, faksa, ella skriva til okkara, so kunnu vit í felag viðgera evnið, fyri at vita, hvussu vit fara til verka.