Teldupostur órógvar arbeiðsfriðin

Strongd og dýrabar arbeiðstíð, ið fer til spillis. Hetta er avleiðingin av mongu óneyðugu teldupostunum, ið fleiri ferðir um dagin leypa fram á telduskíggjan. Í Danmark eru virki farin at áseta teldupostfríar tímar

 

Arbeiðsumstøður


Nógv av okkum nýta dagliga ein heilan tíma á arbeiðsplássinum til at lesa og svara teldupostum, ið einki hava við arbeiði okkara at gera.

Hetta sýnir ein amerikonsk kanning, ið felagsskapurin Gartner Group hevur gjørt. Amerikanski felagsskapurin er komin til ta niðurstøðu, at triðjihvør teldupostur einans inniheldur persónlig boð, ið einki hava við arbeiðið at gera.

Teldupostfríir tímar

Í Danmark verður kanningin av teldupostvanum tikin í størsta álvara.

Lýsingastovan BBDO í Keypmannahavn hevur gjørt av at banna starvsfólkum sínum at senda teldupost millum klokkan tíggju fyrrapartin og klokkan trý seinnapartin.

Danska lýsingastovan sigur seg hava tikið hetta stigið, tí teldupostar kosta eina rúgvu av mistari arbeiðstíð og elva til strongd millum starvsfólkini. Tó hava einstakir ráðgevar í fyritøkuni fingið undantaksloyvi, tí teir ikki kunnu vera tøkniliga sambandinum fyri uttan í dagliga samkiftinum við viðskiftafólkini.

Telefonin er betri

Julianne Meulengracht, ið er leiðari fyri donsku lýsingastovuna, sigur í grein í Jyllands-Posten, at telefonsamrøður eru nógv betri enn skjótt skrivaðir teldupostar.

? Vit eru vorðin samd um, at ein teldupoststeðgur skapar skapandi arbeiðsfrið og noyðir okkum at taka telefonina, sigur hon.

Leiðarin fyri eina danska ráðgevingarfyritøku er parvís samdur við grundgevingunum hjá Julianne Meulengracht og teimum á BBDO. Í hasara fyritøku eru gjørd tíggju boð um, hvussu telduposturin skal nýtast. Millum annað er bert loyvt at senda teldupostar til fólk, ið veruliga hava brúk fyri teimum.

Stjórin fyri donsku ráðgevingarfyritøkuna sigur við Jyllands-Posten, at tað eftir hansara tykki loysir seg fíggjarliga at avmarka nýtsluna av telduposti á arbeiðsplássinum. Hetta sýnir hann eisini við einum dømi.

? Um 800 fólk brúka 30 sekund at lesa ein teldupost um, at ein bilur stendur á parkeringsplássinum við ljósunum tendraðum, kostar hetta 400 minuttir av arbeiðstíð, ið verður brúkt til einki. Tá er blíligari at ringja eftir Falck og biðja tey koma við einum startkaðali, vísir danski stjórin á.

Teldupostur

frískar upp

Øll eru kortini ikki samd við donsku stjórunum. Á heimasíðuni hjá DR ber til hjá vanligum internetbrúkarum at siga sína meining um, hvørt teldupostur kostar arbeiðstíð, og um hann elvir til strongd.

Og her eru fleiri, ið halda lítið um hugskotið við teldupostfríum tímum á arebiðsplássinum. Onkur heldur, at tað ikki kann vera verri at senda ein teldupost, enn at práta við síðumannin eina løtu.

Onkur annar vísir á, at starvsfólk við hvørt hava brúk fyri at halda ein lítlan steðg, og tá er deiliga uppfrískandi at lesa ein teldupost.

? Eg sendi privatar teldupostar frá arbeiðsplássinum, og eg haldi, at tað er OK at gera tað. Eg trúgvi ikki uppá, at tað ber til at arbeiða effektivt og rationelt langa tíð í senn. Tað hevur týdning, at tú gleðir teg til tann næsta lítla steðgin. Eg eri eitt menniskja og ikki ein maskina. Eg veit, at eg fái meirta og dygdarbetri tilfar frá hondini, tá eg eri glaður og væl nøgdur, enn tá onkur stendur og skríggjar í oyrað á mær um rationalitet og effektivisering.

? Eg gerist glaður, tá eg fái ein fittan teldupost frá onkrum, eg eri góður við. Og eg kenni meg væl, tá eg kann gleða onnur á sama hátt. Eg geri ikki ov nógv av hesum. Eg taki eisini arbeiðið heim við nakrar ferðir, skrivar onkur á heimasíðuni hjá DR.

Sostatt er spurningurin um teldupost á arbeiðsplássinum ikki eins svart hvítur, sum summir danskir arbeiðsgevarar vilja gera hann.

Í Føroyum kenna vit enn einki dømi um arbeiðspláss, ið hava sett bann fyri telduposti.