Teldupostur fær nýggja ráðfrú at fara úr stjórnini hjá Truss

Bretska innanríksráðfrúan kennir seg noydda at leggja frá sær vegna mistak við einum telduposti, greiðir hon frá

 

Suella Braverman, innanríkisráðfrú, hevur lagt frá sær eftir eitt persónligt mistak við einum telduposti. Hon finst samstundis at stjórnini. - Foto: Isabel Infantes/Ritzau Scanpix

Bretska innanríkisráðfrúan, 42 ára gamla Suella Braverman, hevur í dag latið inn uppsøgn til forsætisráfrúnna, Liz Truss.

Tað sæst í uppsøgnini, sum Braverman hevur deilt á Twitter.

Harivð hevur hart kroysta stjórnin hjá Truss nú mist teir stjórnarlimir upp á minni enn eina viku. Fríggjadagin í síðstu viku. Fríggjadagin var fíggjarmálaráðharrin Kwasi Kwarteng koyrdur.

Nýggjur innanríkisráðharri verður sambært BBC 54 ára gamli Grant Shapps.

Uppsøgnin hjá Braverman er eftir øllum at døma eftir eitt persónligt mistak hjá ráðfrúnni sjálvari.

Tað sigur hon í brævinum til forsætisráðfrúnna.

– Fyrr í dag sendi eg eitt alment skriv í trúnaði frá míni persónligar teldupostadressu til ein tinglim fyri at fáa stuðul til migratiónspolitikkin hjá stjórnini. Tað er eitt tekniskt brot á reglarnar.

– Í tí løtuni, eg uppdagaði mistakið, segði eg alt fyri eitt frá á røttum stað. Sum innanríkisráðfrú skal eg liva upp til hægsta standard, og tí er tað rætt at leggja frá mær, skrivar hon.

Men sjálvt um innríkisráðfrúan greiðir frá síni uppsøgn vegna ein skeivan teldupost, so finst hon eisini at stjórnini hjá Truss.

– Tað er øllum greitt, at tað er ein trupul tíð. Eg hava stúranir um kósina hjá stjórnini, skrivar Suella Braverman.

– Tað snýr seg ikki bara um, at vit hava brotið lyfti til veljarar okkara. Eg stúri eisini fyri áhuganum hjá stjórnini í mun til at tryggja, at vit liva uppt il vallyfti, sigur fráfarandi ráðfrúan.

Uppsøgnin hjá Braverman birtir eisini undir vaksandi trupulleikarnar hjá stjórnini.

Truss varð aftur í dag biðin um at leggja frá sær, tá spurnarumfar var í bretska tjóðartinginum. Hon vísti tí kortini frá sær.

Tað er ein umstrídd skattaætlan, sum serliga hevur givið Truss trupulleikar. Ætlanin varð løgd fram í september av frákoyrdar fíggjarmálaráðharranum, Kwarteng.

Truss hevur verið forsætisráðfrú í Bretlandi síðani 6. september í ár.

/ritzau/

 

 

 

Suella Braverman, innanríkisráðfrú, hevur lagt frá sær eftir eitt persónligt mistak við einum telduposti. Hon finst samstundis at stjórnini. - Foto: Isabel Infantes/Ritzau Scanpix