Ein amerikonsk kanning sínir, at óendaligi streymurin av SMS-boðum, teldupostum og øðrum KT-snildum eru ein serea týðandi partur av økta stressinum, sum starvsfólk uppliva. Fær eitt starvsfólk teldubræv, meðan tað er í gongd við aðra uppgávu, kann hetta geva eina seinking á upp til 25 minuttir fyri uppgávuna, sum varð avbrotin. Serliga er tað tí, at fer starvsfólki fyrst inn á »mailin«, so liggja hópin av øðrum teldupostum, sum eisini skulu lesast og svarast, og tá er skjótt, at tíðin rennur undan.










