Teldupostar fáa Trump nærri Epstein

Demokratarnir í Umboðsmannatinginum hava almannakunngjørt teldupostar, sum vísa, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði meira vitan um misnýtsluna hjá Jeffrey Epstein, enn Trump áður hevur viðurkent.

Donald Trump, forseti, hevur leingi roynt at skemma fráfarna kynsbrotsmannin, Jeffrey Epstein. Men sambært nýavdúkaðum teldupostum hevði Trump meira vitan um misnýtsluna hjá Epstein, enn forsetin higartil hevur viðurkent. Myndin er úr Arlington týsdagin. Demokratar - Mynd: Evan Vucci / Ritzau Scanpix

Tað skrivar New York Times.

Teldupostarnir vóru millum annað sendir frá Epstein til fyrrverandi unnustu og drúgva samstarvsfelaga hansara Ghislaine Maxwell.

Í einum telduposti nevnir Epstein, at Trump hevði verið fleiri tímar heima hjá sær saman við einum av ofrunum hjá Epstein.

Epstein varð í 2008 dømdur fyri millum annað at hava skøkjuhald við ungdómi.

Í 2019 varð hann handtikin fyri misnýtslu av ungum gentum og menniskjahandil.

Hann gjørdi sjálvmorð í fongsli sama ár.

/Ritzau/